Planet Awards: Ársins sangur

Hesir sangir eru tilnevndir sum Ársins sangur á Planet Awards 2010. Tú kanst atkvøða fyri tí sangi, sum tær dámar best. Grandma?s Basement ? Hon Fær Ongantíð Nokk

Ein av populerastu sangunum í Føroyum í ár hevur verið hittið hjá Grandma?s Basement. Kjallarabólkurin úr Klaksvík koma av álvara út millum føroyskan ungdóm við nýggjari fløgu, og sangurin lá viku eftir viku ovast á 15 teimum bestu. Ein lívligur, fangandi og skemtiligur sangur ? júst tað, sum bólkurin stendur fyri.

Atkvøð fyri Hon Fær Ongantíð Nokk: Send ?pla bf1? til 1906

 

Anna Faroe ? Walking On Fire

Meðan Anna Faroe framvegis var við í X Factor lógu framleiðarar úti eftir henni fyri at fáa hana at verða við á eini útgávu, sum teir hildu, at hon riggaði perfekt til. Tá ið útgávan so kom, kundu øll staðfesta, at tað ljóðaði júst soleiðis, sum Anna ljóðar, tá ið hon er best. Og sangurin Walking on Fire var stóra hittið á útgávuni.

Atkvøð fyri Walking On Fire: Send ?pla bf2? til 1906

 

Jens Marni ? Gloria

Rocksangarin úr Kollafirði royndi seg í ár í danska Melodi Grand Prixnum, og tað gjørdi hann við sangi, sum danskir komponistar høvdu skrivað. Ein ordans rocksangur, sum klæddi Jens Marna serstakliga væl. Jens Marni vann ikki Grand Prixið, men sangurin Gloria gjørdist eitt av stóru hittunum í hesum árinum.

Atkvøð fyri Gloria: Send ?pla bf3? 1906

 

Teitur ? You?ll Never Leave LA

Á nýggju útgávuni fann Teitur Lassen aftur til røturnar við góðum og flottum poppsangum, sum hann er ein sannur meistari í at gera og framføra. Og sangurin You?ll Never Leave LA hevur verið nógv spældur. Hetta var sangurin, sum skuldi slóða fyri útgávuni, men sangurin stóð eisini eftir sum ein av bestu føroysku poppsangunum í ár.

Atkvøð fyri You?ll Never Leave LA: Send ?pla bf4? til 1906

 

Eyðun & Kim ? Far so væl

Endurinnspælingin av Frændur-sanginum Far so væl gjørdist eitt hitt millum bæði ung og tilkomin. Sangurin, sum upprunaliga var á útgávuni Ung 85, varð latin í nýggjan og nýmótans ham, har Kim Hansen og Eyðun Nolsøe løgdu sínar frálíku røddir til. Eitt gott dømi um ein sang, sum var eitt sindur gloymdur, men sum fekk nýtt lív við eini frálíkari endurinnspæling.

Atkvøð fyri Far so væl: Send ?pla bf5? til 1906