Planet Awards: Ársins sangari

Hesir eru tilnevndir at gerast Ársins sangari á Planet Awards 2010. Tú kanst ávirka úrslitið við at atkvøða fyri tínum favoritti. Jógvan Hansen

Føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, hevur aftur í ár havt eitt framúr gott ár. Hann var við í íslendska grand prixnum og stóð seg sera væl, og hann var eisini aktuellur við nýggjum tónleiki. Samstundis hevði hann úr at gera við framførslum kring alt Ísland, og hann leitaði sær eisini heim til Føroya til onkrar konsertir.

Atkvøð fyri Jógvan Hansen: Send ?pla bs1? til 1906

 

Teitur

Seinnu árini hevur hann verið eitt av fremstu føroysku tónleikanøvnunum yvirhøvur. Hann hevur verið á ferð og hevur spælt víðahvar í Europa og USA. Í ár var hann aftur aktuellur við eini frálíkari útgávu, har hann enn einferð vísur sínar framúr dygdir sum sangari. Hetta hoyrdist eisini á framførslum heima og burturi.

Atkvøð fyri Teiti Lassen: Send ?pla bs2? til 1906

 

 

Hallur Joensen

Hann er ein tann best umtókti føroyski tónleikarin yvirhøvur. Við frálíkum country-útgávum og endaleysum framførslum kring landið, hevur hann rættiliga vunnið hjørtuni á føroyingum. Í ár upplivdi hann eisini, at útlendingar av álvara tóku sangir hjá honum til sín, og hann var nógv spældur á contry-rásum uttanlands.

Atkvøð fyri Halli Joensen. Send ?pla bs3? til 1906

 

 

Jens Marni Hansen

Hann hevur eina tað bestu og sterkastu rockrøddina her á landi. Hann kann syngja rungandi rock, og hann kann eisini tulka balladur við síni hásu rødd. Jens Marni er virkin og framvegis millum bestu sangarar her á landi. Í ár gjørdi hann millum annað vart við seg í Danmark, har hann var við í Grand Prixnum.

Atkvøð fyri Jens Marna: Send ?pla bs4? til 1906

 

Brandur Enni

Svøríki er blivin annar heimstaðurin hjá Brandi Enni, sum vinnur alt meira fram har. Hann hevur givið nýggja fløgu út í ár, hann hevur spælt konsertir í Føroyum og aðrastaðni, og árið endaði við eini langari røð av jólakonsertum kring Svøríki, har Brandur bleiktraði sum ein verulig stjørna. Hann skrivar nú sínar egnu sangir og framførir teir meistarliga væl.

Atkvøð fyri Brandi Enni: Send ?pla bs5? til 1906