Í gjárkvøldið var Planet Awards 2009 í REX. Tey bestu innan føroyskan tónleik vóru funnin og heiðrað, og við fleiri tónleikaframførslum bjóðaði Miðlahúsið gestunum eitt fjølbroytt og undirhaldandi kvøld.
Ársins Songkvinna gjørdist Eivør Pálsdóttir, sum byrjaði við bólkinum Clickhaze, og seinni hevur ment seg til at verða ein tann størsta songkvinnan í Føroyum, og ivaleyst í heiminum eisini.