Tú kanst verða við til at avgerða, hvør skal vinna tær ymsu Planet Heiðurslønirnar.
Planet Awards 2009 verður í REX 27. desember, og tað kvøldið verða tey bestu innan føroyskan tónleik heiðraði.
Framførslur verða hetta kvøldið frá Páll Finnur Páll, Marius, Jógvan Hansen og Brandi Enni. Eisini verður skemt frá Jákupi Veyhe og eitt dansishow frá bólkinum Hóps.
Atgongumerki kunnu keypast í Miðlahúsinum og í TUTLhandlinum á Káta Horninum fyri 200 krónur. Avmarkað atgongd.
Tú kanst verða við til at avgerða hvør skal vinna tær ymsu heiðurslønirnar, við at senda sms-boð til 1906, og skriva kotuna aftanfyri tey ymsu nøvnini.
Tað kostar 5 krónur fyri hvørt sms-boð, og øll sum senda inn eru við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey við Ungdómstúrinum hjá Norrønu, og eina Nokia 5130 Xpress Music fartelefon frá Føroya Tele.
Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur:
Analog Norð - pla bn1
Bendar Spónir - pla bn2
Fróði Hansen - pla bn3
Katrina Petersen - pla bn4
Oniontree - pla bn5










