Á Planet Awards í Deep í Havn hava tey júst fagnað Annu Katrin Egilstrøð, sum hevur vunnið heiðurin sum Ársins songkvinna. Anna Katrin Egilstrøð er partur av bólkinum Valravn, sum er mest virkin uttanfyri Føroyar og hevur verið í uppskoti til fleiri virðislønir í Danmark.
Anna Katrin Egilstrøð kappaðist aðrar sterkar songkvinnur, tí bæði Eivør, Anna Faroe, Lív Næs og Guðrið Hansdóttir vóru innstillaðar til somu virðisløn.