Planet Awards 2010

So er niðurteljingin til ársins Planet Awards byrjað. Mikukvøldið 29. desember kl 21 fara vit at taka samanum tónleikaárið 2010 og heiðra tey, ið hava staðið seg serliga væl. Gallatiltakið, sum verður ársins veitsla, verður hildið í Deep í Havn, og vit bjóða ábit, góð tilboð, umframt tað allarbesta innan føroyskan tónleik.

Prísir verða lætnir:

Besta bólki ella einstaklingi

Bestu fløgu

Besta sangi

Besta sangara

Bestu songkvinnu

Besta nýggja bólki

Sum vant hava øll møguleika at gera sína ávirkan galdandi við at atkvøða umvegis sms-skipanina, so skjótt listarnir við teimum tilnevndu fyriliggja.

Sum nakað nýtt fara vit eisini at velja ársins bestu føroysku you-tube video og kjósa ársins bestu tónleikamynd. Sendið myndir frá føroyskum tónleikatiltøkum til planet@ras2.fo. Vinnarin fær 5000 kr.*

Eftir tiltakið spæla Páll Finnur Páll og Dj Cool.

Atgongumerki á 150 kr fáast í Miðlahúsinum og í Baresso í SMS frá í kvøld. Avmarkað nøgd.

Tiltakið hevur 18 ára aldursmark.

*Miðlahúsið hevur rætt til at nýta innkomnu myndirnar.