Planet Awards 2008

 

Leygarkvøldið skipaði Miðlahúsið fyri fjórðu Planet heiðurslønahandanini.

Tiltakið var hildið í Miðlahúsinum, har tey bestu innan tónleikin vórðu funnin og heiðrað.

    Sum siður er, hevði ein dómsnevnd, sum var mannað av fimm fólkum við ymiskari bakgrund innan tónleikin, valt tey bestu í 2008. Møguleiki var eisini hjá fólki at greiða atkvøðu umvegis sms. Sms-atkvøðurnar taldu 50% og atkvøðurnar hjá dómsnevndini taldu 50%.

Seks ymiskar planetir vórðu latnar: Besti nýggi bólkur, besti sangari, besta songkvinna, besti bólkur ella einstaklingur, besta útgáva og serstaka planet-herðaklappið, ið verður latið til onkran, ið hevur gjørt okkurt serstakliga gott fyri tónleikin og umstøðurnar hjá tónleikarum.

Nógv fólk nýttu høvi at atkvøða, og somuleiðis høvdu nógv fólk leitað sær oman í Miðlahúsið til tiltakið.