Planbúskapur - tilrættalegging ella tilvild

Skulu politikkarar okkara á løgtingi, í bý- og bygdaráðum avgera, hvussu vit byggja út land okkara? Ella skal ein útlendsk vinna, siga, hvussu vit leggja til rættis okkara ídnaðar- og havnaviðurskifti?

Óivað hava fleiri føroyingar sett sær henda spurningin, nú ein komandi frálandavinna er framman fyri stavn. Dag og dagliga hoyra vit politikkarar og vinnulívsmenn siga, at vit skulu lata oljuvinnuna avgera, hvar ein útgerðarhavn skal vera.


Grundgevingarnar eru ymiskar. Summir siga, at marknaðarkreftirnar skulu ráða. Vit skulu ikki hava eina planbúskaparliga ostaklokku, skrivaði ein løgtingsmaður um dagarnar. Og onkur hevur sagt, at oljuvinnan hevur betri skil fyri hesum enn vit hava.


Í veruleikanum eru grundgevingarnar ikki serliga væl undirbygdar. Tað tykist, at tær verða settar fram, tí fleiri politikkarar vilja sleppa undan at taka avgerð í hesum máli. So kunnu teir siga, at oljufeløgini vildu hava útgerðarhavnina her ella har. Og vinnulívsmenn hava hesar grundgevingar í vónini um, at teir eru teir sterkastu og eru kanska teir bestu til at sannføra oljufeløgini um, at útgerðarhavnin skal verða her ella har.


Nú hevur tað kanska ikki so stóran týdning, hvar ein ella tvær útgerðarhavnir verða í leitingarskeiðnum. Men tað er ein sannroynd, at er eitt ella annað fyrst lagt í einum plássi, so verður tað neyvan flutt, um staðið kann brúkast og alt annað riggar væl.


Venda vit aftur til fyrsta spurningin, so kann tað tykjast løgið, at politikkar siga frá sær rættin at stýra og skipa fyri í hesum samfelag. Fyri ikki so nógvum árum síðani skuldu allar kommunur gera bý- ella bygdaplanir. Hesir skuldu vísa sethúsøki, ídnaðarøki, miðstaðarøki, havnaøki o.s.fr. Hesir planir hava fingið skil á nógvar kommunur, bygdir og býir.


Tá varð eisini tosað um at gera eina landsplan, so tað varð greitt, hvar tað ymiska varð bygt út. Tað veri seg størri havnir, vatnorkuverk, brennistøðir og ruskpláss, ítróttarøki o.s.fr. Høvdu føroyingar havt gjørt eina slíka landsplanleging, hevði óivað betri skil verið í, og mangar milliónir høvdu verið spardar. Tí vantandi tilrættalegging hevur slóðað fyri tí lokalpolitikki, sum ikki hevur verið gagngligur, og sum hevur kostað okkum nógv. Tað er óivað mangur, sum spyr, hví bretar, amerikumenn, danir ella norðmenn skulu avgera, hvussu vit skipa okkum í 2000! Men tað vilja politikkarar og vinnulívsmenn eftir øllum at døma.