Plakatfreistin er longd

eg.fo skipar í hesum døgum fyri plakatkapping, har til ber at vinna 5000 kr.

Freistin at lata inn uppskot er nú longd til 1. desember.

eg.fo hevur havt ymiskar kappingar og nú verður ein plakatkapping, ið skipað verður fyri saman við Tryggingarfelagnum Trygd.

Evnið í plakatkappingini er TRYGGLEIKI.

 

At kenna tryggleika er gott fyri ungdómslív. Tað hevur stóran týdning bæði í skúlanum og saman við familju og vinum.

Tí vil eg.fo í samstarvi við Trygd varpa ljós á tryggleika.

 

Øll ung kunnu taka lut í kappingini.

Avbjóðingin er at gera eina plakat heilt eftir egnum høvdi. Plakatin skal lýsa evnið Tryggleiki, og tú kanst brúka myndir, tekst, grafikk o.s.fr til at lýsa evnið. Tað er púra upp til tín, hvussu tú velir at gera plakatina.

 

Treytir:

Evnið Tryggleiki skal vera sjónligt. Plakatin kann vera í øllum litum, tó ikki metall.

Plakatin skal vera teldutøk og sendast til vit@eg.fo

 

Trygd letur 5.000 kr til vinnandi plakatina. Vinnandi plakatin verður vald av dómsnevnd við umboðum frá bæði eg.fo og Trygd.

 

Minst til at skriva navn, bústað og fartelefonnummar í teldupostin, tá tú sendir plakatina.

Hevur tú spurningar viðv. kappingini, kanst tú skriva til vit@eg.fo.