Óansæð hvussu nógvar konsertir teir hava spælt, so spæla teir næstan altíð fyri hundraðvís av áhoyraranum. Teir hava eisini havt ógvuliga stramt skema í mong ár, men í ár skuldu Páll Finnur Páll bara spæla eina konsert á ólavsøkuni – og hon er spæld.
- Mær dámar væl at hava frí og brúka tíðina saman við konu mínari, Jane, og soninum, Erik. Men samstundis dámar mær eisini væl at spæla, so eg njóti bæði tvey, sigur Páll Hammer, ið spælir keyboard í bólkinum.
Hóast nógvar trúgvar áhoyrarar, so telist konan hjá Pálli ikki millum teirra.
- Eg eri ikki so ofta og lurti. Men tað skyldast mest, at eg má vera heima hjá soni okkara, tá Páll skal spæla, sigur Jane, ið er ættað úr Teilandi, men hevur búð í Føroyum síðstu 12 árini.
Páll og Jane hava ikki nakrar serligar traditiónir á ólavsøku.
- Vit plaga bara at ganga aftur og fram. Tivoli fara vit altíð til við Erik, sigur Páll.
- Ja, tað er deiligt bara at hugna sær saman sum familja, sigur Jane.
Sambært Eriki er tað nakað annað, ið telir meira á ólavsøku.
- At koyra mini-bilar var ordiliga stuttligt, og nú vil eg sleppa yvir til hoppiborgirnar, sigur 8 ára gamli Erik avgjørdur.
Jane, Páll og Erik fáa nokk ein langan dag í tivoliøkinum.
- Vit sleppa nokk ikki víðari, fyrr enn Erik hevur roynt tað heila, sigur Páll flennandi.