Í 1839 var amtmaðurin í Føroyum, Christian Pløyen, saman við øðrum á ferð í Hetlandi, Orknoyggjum og Skotlandi. Hetta var fyri almenna rokning og málið var at kanna tey framstig innan landbúnaðin og annað, ið kundu nýtast í Føroyum.
Úrslitini hevur Pløyen í bókini ?Erindringer fra en rejse til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland sommeren 1839?, sum Strandbergs Forlag nú gevur út. Bókin hevur annars verið útseld í mong ár. Eisini um gerandisdagin í Føroyum í 1839 ber til at lesa í bókini.
Pløyen er annars í Føroyum kendur sum maðurin, ið yrkti Grindavísuna.