Í síðsta vikuskifti klipti løgreglan nummarpláturnar av Hummer limousinuni hjá byin.fo. Hósdagin fekk nýggi rottangabilurin hjá Tórshavnar kommunu somu lagnu.
Hóast nógv hevur verið frammi í miðlunm um nýtslu av bilum, ið ikki eru skrásettir í Føroyum, sigur Boði Haraldson býarverkfrøðingur, at talan er um ein “tankatosk” og eitt mistak, tá bilurin hjá Tórshavnar kommunu varð nýttur, hóast skrásetingin í Føroyum ikki var avgreidd. Boði greiður frá, at pappírsarbeiðið fríggjamorgunin var avgreitt, og bilurin hevur fingið føroyskar nummarplátur.
Boði veit einki um, at málið fær nakrar víðari avleiðingar fyri kommununa. Nýggi Volvo rot-tangabilurin er eitt sonevnt avvatningsannlegg við 10.500 litur tang. Talan er um ein bil við nýggjastu og mest framkomnu tøknini innan amboð av slíkum slagi. Kommunan segði við Sosialin í seinastu viku, at bilurin fór at lætta um arbeiðsgongdirnar og tryggja, at borgararnir fingu betri tænastu.










