Ein bilføari var fyri einum óhappi, sum tó endaði heppið.
Tá ið hann kom eftir Lambareiði, kom ein stór aluminiumspláta flúgvandi gjøgnum luftina. Plátan rakti bilin og fór so aftur við bilinum. Hevði plátan farið gjøgnum rútin, hevði verið verri vorðið.
Funnið varð fram til, hvaðani plátan kom, og eigarin á virkinum hevur játtað at geva sítt ískoyti til at fáa bilin umvældan.










