Plásstrot í Hoyvíkshøllini

Børn mundu komið til skaða til FM finaluna í Hoyvík

Seinna finalan í fremstu føroysku hondbóltsdeildini hjá monnum millum H71 og VÍF, bleiv spæld í Hoyvíkshøllini leygardagin 22. apríl. Nógv fólk var til finaluna og bæði børn og vaksin sita og standa tætt at síðulinjuna á vøllinum. Hávaksnir leikarar renna aftur og fram við síðuni, og skjótt er at ein fær eitt lítið skump og dettur útum vøllin.

 

Júst hetta hendi undir dystinum seint í seinna hálvleiki, tá hoyvíkingar høvdu álop. Jónas G. Djurhuus kemur inn ímóti Agnari Joensen, og roynir at snúgva sær útum vestmenningin, men verður takklaður. Ikki nøkur hørð takkling, men leikararnir báðir missa fótafesti og detta útum síðulinja, beint har sum ein flokkur av gulklæddum børnum standa, og tey fáa leikararnar báðar omanyvir seg.

 

Lukkutíð kom ongin skaði fyri, tí leikararnir fingu lækka ferðina so mikið. Tó so, kann tað lættliga henda seg at leikarar ikki fáa lækka ferðina og detta óheppi, og bæði áskoðarar og leikarar eru í vanda fyri skaða. Anna Dam, forkvinna í H71, er varug við støðuna og felagið roynir sítt besta at verja fyri møguligum óhappum.

 

- Vit hava meir enn dupult so nógvar vaktir til finalur sum til vanligar dystir, og børnini vóru biðin at seta seg longur inn upp fleiri ferð. Hatta hendi og er hent áður bæði í Hoyvík og aðrastaðni. Børnini renna framvið síðulinjuni tá dystir eru og tá er ofta vandi fyri óhapp um illa vil við, sigur Anna Dam.

 

Tekningar gjørdar - men einki er hent

H71 er størsta hondbóltsfelag í landinum (flest lið tilmeldað hjá HSF) við áleið 400 limum, og so hvørt sum Hoyvík veksur, ger H71 tað sama. Hetta vil uttan iva hava við sær fleiri áskoðarar til heimadystirnar, og eftirsum at hoyvíkingar neyvan ætla at slaka, koma sikkurt fleiri finalur enn at vera spældar í høllini í Hoyvík.

 

- Tekningar og ætlanir eru gjørdar fyri nógvum árum síðani, um at fáa gjørt fleiri áskoðarapláss hinumegin, men enn hevur ikki verið ráð ella politiskur vilji at gjøgnumføra ætlanirnar. Hoyvíkshøllin er framvegis ikki liðug innrættað, og vit undrast á at kommunan ikki raðfestir at gera bygdar bygningar lidnar, áðrenn nýggjar ætlanir verða settar i gongd. Helst hava vit ikki verið nóg krevjandi, vil Anna Dam vera við.

 

- Tó skal viðmerkjast at fyri einum árið síðani fingu vit kantinuna gjørda uppi á. Hetta er stórt framstig fyri okkum og hevur bøtt munandi um okkara arbeiðsumstøður og har eru eisini nøkur áskoðarapláss, sigur Anna Dam, sum hevur verið forkvinna í H71 síðani í fjør, eftir at hava verið virkin nevndarlimur í átta ár.

 

Møguleikarnir eru avmarkaðir. Um fyrivarni skal takast fyri møguligum persónsskaðum, má kommunan antin raðfesta fleiri áskoðarapláss í Hoyvíkshøllini, ella noyða feløgini at flyta finalur og aðrar stórdystir aðrasteðs, eitt nú oman í Høllina á Hálsi.  

 

Sjálvandi vil man helst spæla heima, men fíggjarligu umstøðurnar hjá hondbóltsfeløgum fara helst at noyða feløg at spæla har sum størst inntøkur eru, sigur forkvinnan og leggur at enda aftrat at hóast tað er ynskiligt við fleiri áskoðaraplássum, so er tørvurin á hallartímum nógv tann størsti trupulleikin hjá H71.

 

H71 vann eisini seinna dystin og gjørdist harvið nýggjur føroyameistari. Dysturin endaði 26-21 og fyrsta greipa felagsins bleiv vunnin til høldar.