Pláss til familjuna og viðførið

Peugeot hava seinnu árini gingið undan við sínum sermerkta og smarta designi, og nýggi Peugeot 207 SW er einki undantak. Eins og forgangarin er hesin nýggi bæði rúmligur og praktiskt innrættaður

Síðan Peugeot 207 kom á marknaðin í fjør, er modellskáin víðkað við fleiri ymiskum útgávum, har tann seinasti er 207 SW, sum er stationcar útgávan av Peugeot 207.


Allir nýggir Peugeot líkjast hvørjum øðrum og hava fingið sín heilt sermerkta designstíl. Hesin 207 SW líkist nógv tí størra Peugeot 407 SW, serliga aftan.


Peugeot 207 SW er 12 cm longri enn hatchback útgávan, og samstundis er beinplássið við baksetrini eisini betri, eins og tey á baksetrinum sita hægri. Annars er aksilfrástøðan ikki broytt, og einasti munurin á koyrieginleikunum er, at SW er gjørdur til at lasta meira, og tí er fjaðraskipanin eitt sindur strammari og eisini meira sportlig.


Innrættingin er liðilig og bilurin er sera praktiskur í allar mátar. Viðførisrúmið er 428 litrar, sum er 158 litrar størri enn á hatchback útgávuni. Rúmið er lætt atkomiligt, lessihæddin er lág, og rúturin í baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt.


Peugeot 207 SW er eisini eyðkendur við stórum panorama-glastaki, sum gevur sera gott ljós inn í kabinuna, so bilurin kennist ljósur og stórur innan.


207 SW fæst við fimm ymiskum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,4 við 75 hk, 1,4 við 95 hk og 1,6 við 120 hk og 1,6t við 174 hk (RC útgávan). Dieselmotorarnir eru: 1,6 HDI við 90 og 109 hk. Standard útgerðin umfatar allar tær vanligu trygdarskipanirnar sum t.d. ABS, ESP, EBD og AFU (neyðbremsuskipan), umframt at bilurin fæst við nógvari aðrari útgerð.


Peugeot 207 SW fæst í útgávunum XR, XR Plus, S16 og RC, og bíligasta útgávan kostar 185.000 krónur.