Pláss til allar føroyingar

Berlingske Tidende skrivar í morgun, at nýggja felagið, Copenhagen Mulitarena, hevur í umbúna at byggja eina sonevnda multi-arena við 50.000 sitiplássum úti á Amager. Enn er einki upplýst um kostnaðin av ætlanini, men Kommunan í Keypmannahavn hevur sagt, at teir vilja veita eitt stuðulslán upp á 200 milliónir sum part av fígginginin. Og í september skal avgerð ætlandi takast um, hvør verkætlan skal fáa stuðulslánið.

Todi Jónsson, stjóri í FC Amager, sigur seg illa kunna gera nakrar ítøkiligar viðmerkingar til ætlanina, men hann sigur, at tey avgjørt vóna at gerast partur av ætlanini.

- 50.000 fólk er ikki akkurát tað, sum vit síggja fyri okkum í FC Amager her og nú. Men vónandi kunnu vit fáa fleiri fólk inn til dystir í framtíðini, so hvørt sum felagið veksur.

- Men tað er greitt, at FC Amager einsamalt ikki hevur nakran møguleika at bera eina slíka ætlan. Tað er eisini tí, at hetta eitur multi-arena. Tað fevnir rættiliga breitt, og tí er talan um hópin av øðrum tiltøkum, sum ætlandi skulu hýsast har, uttan at eg tó fái sagt ítøkiliga, hvørji onnur tiltøk talan kann verða um, sigur Todi Jónsson.

Brian Mollerup er longu settur sum stjóri í nýggja felagnum. Hetta er sami maður, sum fyri nøkrum árum síðani saman við Anju Andersen bygdi Slagelse upp til at verða fremsta hondbóltsfelagið í Europa.