Ein kanning bendir á, at tað er rúmd fyri meiri vindorku á kervinum hjá SEV Tað er eftir øllum at døma møguleiki fyri, at meiri orka frá vindmyllum kann latast inn á kervið hjá el-felagnum SEV. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum og vísir til eina frágreiðing, sum danski orku-granskingarstovurin Risø hevur gjørt um ivamálið, og sum er send Jarðfeingi og SEV at gera viðmerkingar til.
-Men sambært ávegis-kanningini kemur undan kavi, at rúm er fyri meiri vindorku á kervinum hjá SEV, enn núverandi seks myllur lata, upplýsir Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, við Kringvarpið.
Í stríðnum at fáa meiri varandi og minni dálkandi orku, hevur SEV søkt um loyvi at seta seks vindmyllur upp afturat, helst tríggjar í Neshaga, har tríggjar standa í dag.
Felagið Røkt tríggjar vindmyllur á Mýrunum í Vestmanna, og Røkt hevur eisini bjóðað seg fram at seta fleiri vindmyllur upp.









