er mítt arbeiðspláss í vanda?
skulu vit gjalda enn meira í skatti av okkara løn?
klára vit at fáa okkara húsarhald at mala runt fíggjarliga?
Verðuleikin er tann, at fíggjarlógin ávirkar svari á allar hesar spurningar.
Arbeiðir tú á einum flakavirki, undirvísir børnum ella situr á eini skrivstovu, so hevur fíggjarlógin ávirkan á tín gerandisdag. Tí hevur tað alstóran týdning hvussu fíggjarlógin er samanskrúva.
Meginreglan má tí verða, at fíggjarlógin verður soleiðis samansett, at vit hava eitt samfelag har pláss er fyri øllum. Skal okkara samfelag menna seg, so hava vit brúk fyri hvørjum tí einasta borgara í hesum landinum.
Tá ið vit hava trongar tíðir, mugu vit øll vera við til at bera byrðurnar. Hinvegin er tað sjálvsagt, at tá ið tað gongur við, so fáa vit øll, og ikki bert nøkur fá, ágóðan av viðrákinum.
Leiðin burturúr kreppuni
Tey ið minnast orðaskifti í samband við at fíggjarkarmurin fyri 2011 var til viðgerðar, minnast óiva, at politiska ósemjan var rættuliga stór. Orðaskifti snúði seg um, hvussu vit varðveita grundleggjandi vælferðartænasturnar og samstundis fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini.
Fleiri førdu fram, at einasta leiðin var spara seg burturúr kreppuni. Hetta skuldi gerast við at skerja almenna sektorin inn á bein, siga fólk upp í hópatali og annars lata marknaðarkreftirnar og náttúruna orðna restina.
Javnaðarflokkurin tók tá, eins og nú, undir við leistinum ið Búskaparráðið vísti á. Fyri at koma úr íkomnu kreppuni er neyðugt:
at fáa tamarhald á hallinum og vaksandi almennu skuldini
at tryggja búskaparvøkstur
at fáa fleiri skattakeldur
at varðveita grundleggjandi vælferðartænastur
og at sleppa undan at hækka lønarskattin
Fleiri skattakeldur og óbroyttan lønarskatt
Við hesum uppskotinum eru 73 mió. kr. í nýggjum inntøkum. Tað snýr seg um ein tilfeingisrentuskatt á 25 mió. kr., eitt umhvørvisavgjald á 40 mió. kr. og hækkað inngjald til barsilsskipanina á 8 mió. kr.
Javnaðarflokkurin hevur áhaldandi víst á, at neyðugt er at breiðka skattagrundarlagið. Vit taka ikki undir við framhaldandi at økja skattatrýstið á vanligu lønarinntøkuna.
Við at taka ein serskatt inn, frá tí parti av vinnuni, ið hevur eitt ávíst yvirskot. Og við umhvørvisavgjaldinum, er sjón fyri søgn, farið verður ikki eftir lønarinntøkuni.
Tað ber altíð til at fýlast á, háttin ið inntøkurnar verða fingnar til vega uppá. Men at nakar kann verða ímóti, at tann parturin av vinnuni, ið hevur yvirskot omanfyri 1 mió. kr., ikki kann gjalda ein lítlan eykaskatt á 3,5% er óskiljandi. Vit eiga at minnast til, at hvør króna, ið verður tikin inn við at breiðka skattagrundarlagi, er ein króna minni í skatti hjá vanliga lønmóttakaranum.
Varðveita grundleggjandi vælferðartænastur
Sjálvt um sparingar verða framdar innan øll økir á fíggjarlógini, so eru avleiðingarnar ikki so umfatandi (í krónum 134 mió) at okkara vælferðartænastur verða broyttar grundleggjandi. Hóast tað altíð kennist meint, har ið tað rakar.
Tvørturímóti, so eru uppraðfestingar gjørdar innan vælferðarøkini. Eldrarøktin 14 mió. kr. Serforsorg 6 mió. kr. Fólkapensjón 6 mió kr. Serviðgerð uttanlands 10,3 mió. kr. Heilivágur 7,8 mió. kr. Tað hevur eisini eydnast at fáa fíggjarliga rúmd fyri 538 nýggjum næmingum á miðnám og til hægri lestur. Hetta er ein raðfesting, ið vil nakað, og sum er við til at framtíðartryggja okkara vælferð.
Hetta er ein sólskinssøga, ikki minst í krepputíðum . At stuðulin til øll hesi lesandi, hóast framskrivingar á 12 mió. kr. ikki røkkur fult út er harmiligt, men broytur ikki tann verðuleika at ongantíð hava so nógv fingið møguleika at útbúgva seg í Føroyum.
Tamarhald á hallinum og vaksandi almennu skuldini
At megna, at lækka undirskotið á fíggjarlógini úr 780 mió. kr. niður á 500 mió. kr. eftir einum árið, er onki minni enn eitt bragd, um vit bara hugsa tøl. Hetta er eitt stórt stig rætta vegin.
Men tað er heilt greitt, at nú kann sitrónin ikki pressast meira. Tað ferð ikki at bera til at spara 150 mió. kr. um árið á fíggjarlógini fram til 2015. Hetta er snøkt sagt ómøguligt, uttan so at vælferðin liggur í skeljasorið.
Tað er tí heilt greitt, at almennu tænasturnar mugu umskipast. Taka vit fólkaskúlan sum dømi, so er ongin ivi um at hann kann ikki virka víðari á tí støði vit fegin vilja uttan reformar. Skipa vit ikki skúlan í størri eindir, má ein størri játtan útvegast, enn tann ið er sett av fyri 2011.
Búskaparvøkstur alneyðugur
Tí mugu onnur heilt onnur tiltøk til. Tillaging av vinnuni og karmar fyri størri lønsemi, eru heilt avgerandi faktorar, saman við reformun av almenna sektorinum. Hesi átøk eru alneyðug, um vit framvegis skulu hava eitt vælferðarsamfelag í 2015.
Tað ið verður avgerðandi fyri framtíðina hjá vælferðarsamfelagnum, er at vit megna at føra ein politikk, ið tryggjar búskaparvøkstur. Fyri at halda røtta kósina, mugu vit hava eina fíggjarlóg, ið miðar eftir at hava eina javnvág ímillum bygnaðarbroytingar, nýggjar inntøkur og at tálma vøksturin í útreiðslunum.
Stórsti møguleikin fyri einum haldbarum búskaparvøkstri í framtíðini, er at vit fáa tillaga okkara høvuðsvinnu. Tí verður tað altavgerðandi, um tað eydnast, sum fráboðað í hesum uppskotinum, at koma við einum nýggjum tilfeingisgjaldið í vár, sum verðuliga tillagar vinnuna so hon verður burðardygg. Eydnast tað, so verður hetta óivað stórsti reformurin í nýggjari tíð.
Ùtlitini í búskapinum komandi árini
Stóri spurningurin er, um henda fíggjarlógin er so tálmandi, at hon minkar tann búskaparvøkstur, ið spátt verður um.
Tað eru fleiri tiltøk á fíggjarlógini, ið toga positiva vegin, tá ið tað snýr seg um at stimbra búskapinum. Kann nevna hallið á 500 mió. kr. og íløgurnar. Hesi hava bæði eina stimbrandi ávirkan á búskapin.
Síðan fíggjarlógin er løgd fram, eru ávísar fortreytir broyttar. Hugsi serliga um, at Eik Banki nú er undirlagdur finansiel stabilitet. Hóast hetta er ein syrgilig søga, so hevði vanlukkan verið nógvar ferðir størri, um landstýri hevði skuldarbundið Føroya fólk, við 2,4 mia. kr. fyri at bjarga einum peningastovni.
Eg fegnist um, at vit ikki lótu okkum freista, til at nýta væntaða vøksturin í búskapinum, sum umberðing fyri onki at gera fyri at útvega samfelagnum nýggjar inntøkur. Heldur væntaði búskaparvøksturin komandi ár, so koma hesar inntøkur hallinum á fíggjarlógini til góðar. Høvdu vit latið okkum freista, so hevði illa staðið til, um búskaparvøksturin í 2011 verður minni enn lagt er upp til í uppskotinum.
Samanumtikið so kann staðfestast, at skattagrundarlagið verður breiðka. At lønarinntøkan ikki fær hægri skatt. At grundleggjandi vælferðartænasturnar eru varðveittar og tamarhald er fingið á skuldini. Stóri spurningurin er um tað ferð at eydnast at tryggja okkum framtíðar búskparvøkstur.










