Tað er stórur áhugi fyri málningaframsýningini, sum KFUM- skótarnir við Løkin í Runavík skipa fyri.
Framsýningin verður á páskum, og longu nú hava heili 27 listafólk boðað frá luttøku við umleið 125 málningum.
- Enn er tó møguleiki at fáa pláss á framsýningini, og seinasta freist at melda seg til er hin 1. apríl.
Málningaframsýningin í skúlanum við Løkin verður opin 1. og 2. páskadag frá klokkan 15-19.
Tey, ið ynskja at fáa meira at vita um málningaframsýningina, kunna venda sær til Adrian Dalsá ella Harry Knudsen, sum hava ábyrgdina av listafólkunum.
- Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til bygging av nýggjum Skótahúsi í Runavík, sigur Kunningarstovan hjá Runavikar kommunu.