Pláss eftir til FM´08

Enn ber til at melda seg til tónleikakappingina FM´08, sum verður á Reinsarínum 22. og 29. november. 6 bólkar sleppa í finaluna og sleppa hervið at kappast um heiðurin at gerast Føroya besti bólkur ella einstaklingur.

 

Her eru teir 13 bólkarnir, sum hava tryggjað sær pláss í kappingini:

Bandana Boys

Arenea

Lost in France

Rúni Hansen

Trygvi og Rasmus

Serenity

Reverb

3st

Crestfallen

Oniontree

Collapse

Jónsvein

Moby The Pink Pilot

 

Vinningurin er 5 dagar í studio við teknikara. Umframt tað, verða eisini umboð frá G!festivalinum niðri á Reinsarínum, og hesi fara at velja ein bólk út, sum skal spæla á G!2009.

 

Tilmelding á fm08@fabrikkin.fo ella á www. myspace. com/fm08tonleikakapping