Pláss eftir í Løkshøll til Føroyar í oljuvinnu

Føroyar í oljuvinnuni er yvirskriftin á almennu FaroExpo-ráðstevnuni, sum byrjar í Løkshøll í Runavík klokkan 13 í dag og heldur fram til klokkan 16.45.

Tað verður Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum fyri fjórðu ferð í síni tíð sum borgarstjóri fer at bjóða vælkomin.

Fyrsti fyrilesturin verður við Richard Vernon (SLR Consulting Ireland), sum fer at viðgera spurningin, hvat Føroyar kunnu læra av royndum hjá øðrum.

Næstur á pallin verður Bengt Eidem (Norsk olje og gass), sum fer at tosa um oljuvinnu og samfelagsbroytingar.

Triði fyrilesturin verður við Alex West (Decom North Sea), sum fer at tosa um niðurtøku av oljupallum, ið er vorðið ein stór vinna.

Ein føroyingur fer eisini á pallin í Løkshøll seinnapartin í dag. Tað verður Jens Meinhard Rasmussen (Skansi Offshore), sum fer at tosa um Føroyar í altjóða oljuvinnu.

Umleið klokkan 16 verður kjakpanel við yvirskriftini - Oljuvinna ein sólskinssøga - og tað verður Uni Arge, sum verður orðstýrari.

Rannvá Troest, ið starvast hjá VRG, Virkisráðgevingini, sigur, at enn eru nøkur pláss eftir til almenna partin av FaroExpo í Løkshøll nú klokkan 13.