Plágurnar fingu øll upp á kók

Norðoyastevna fekk eina fúkandi byrjan við konsertini Landaplágur 2 fríggjakvøldið. Yvir 300 fólk vóru til konsertina, sum eydnaðist til fulnar. Nøvn sum Terji Rasmussen, Anfinn Nielsen og Hallur Joensen vóru á pallinum hetta kvøldið og settu rættuligt lív í áhoyrarafjøldina

Klaksvík:
Nakað seinni enn ætlað kundi ein vælupplagdur Gunnar Nolsøe, sum var vertur fyri konsertini, bjóða øllum áhoyrarunum vælkomnum í KÍ høllina til eina konsert, har einans kendir sangir vórðu á skránni. Bæði enskir, føroyskir og ein danskur.
Konsertin byrjaði róliga, men so við og við sum kvøldið leið kom meira og meira futtur í á pallinum og smittaði hetta skjótt av á áhoyrararnar. At byrja við sótu hesir niðri, men hálvanannan tíma seinni, tá konsertin nærkaðist endanum, stóðu øll uppi og klappaðu og sungu við.
Hetta var aðru ferð, at skipað varð fyri einari tílíkari konsert innan fyri eitt ár. Men hóast tað, so var ongin av teimum somu sangarunum aftur á pallinum ? líka undantikið Arnfríð Lützen og Jógvan Hansen.

Gamlir kenningar
Pætur við Keldu byrjaði konsertina og við sínu frálíku rødd og vælvaldu løgum legði hann lunnar undir eina konsert, sum seint verður gloymd.
Síðani var stundin komin til ein klaksvíking, sum plagdi at standa nógv á palli fyri nøkrum árum síðani. Hann ger tað enn, bara ikki í Føroyum. Hallur Joensen var komin til Klaksvíkar at spæla til dans saman við sínum orkestri, sum eitur Vest og Blus. Hann sang nøkur løg, og ongin ivi var um, at klaksvíkingarnir vóru fegnir um at hoyra kraftigu røddina hjá Halli aftur í KÍ høllini.
Tá Hallur var liðugur við sína framførslu, kom nólsoyingurin við stóra H. Terji Rasmussen, sum sang nógv saman við Frændum tann tíð tað var, setti rættuligt lív í fjøldina, og sjálvandi sang hann eisini landapláguna av teimum øllum, Eros. Og øll tóku undir við honum, so hann uttan iva hevði kunnað sloppið undan at sungið sjálvur, um hann vildi. Men tað var ein fragd at síggja og hoyra Terja aftur í Klaksvík.
Arnfríð og Jógvan sungu fyri tað mesta kór. Men tey bæði nýttu tó høvi til at syngja Up where we belong hjá Joe Cocker og Jennifer Warnes. Ein uppgáva, sum tey komu stak væl frá. Tað lagið man vera eitt av teimum, sum kann kallast fyri ein heimsplága.

Kovboydansur
Kovboy squaredansarar úr Danmark fingu høvi til at sýna fram nakrar dansir. Rópandi og ýlandi komu tey rennandi inn og løgdu í vaðið at dansa til rættar kovboytónar.
Kvinnurnar íklæddar hvítum kovboystivlum, stuttum og víðum niðurdeilum, meðan menninir vórðu svartklæddir frá topp til tá. Og sjálvandi vóru kovboyhattarnir á høvdinum. Tey dansaðu bæði áðrenn og aftaná steðgin, og vórðu fólk púra hugtikin av teimum, so væl dugdu tey.

Teir eksplosivu
Kovboydansararnir vóru nóg illa farin av gólvinum, tá Hans Jacob Nystrøm og Niclas Heri Jákupsson komu við ferð á pallin. Og tað tók teimum so at siga onga tíð at fáa allar áhoyrararnar upp úr stólunum við teirra eyðkendu landaplágum. Ofta hevur verið sagt um hesar báðar garparnar ella so at siga allan bólkin Dynamitt, at tað hevur verið lítið álvarsligt við teimum. Men tað kann vera líkamikið, tí er tað nakað teir duga, so er tað at fáa lív í.
Við nógvari ferð sungu teir fleiri av kendu løgunum hjá Dynamitt, og framførslan var óføra góð og undirhaldandi. Og so gjørdi tað minni, at onkur einstøk orð ikki vóru heilt uppi á pláss í teimum ymsu sangunum.
Eisini tosaðu teir sínámillum og komu við einari speiskari viðmerking fyri og aðrari eftir til miklan látur fyri øll í høllini.
Og frá teimum báðum dynamittunum til ein annan, sum so sanniliga eisini dugir at seta lív í. Anfinn Nielsen fekk við sínum trimum løgum KÍ høllina upp á kók. Men tá høvdu tey, ið vóru har, eisini hoyrt eitt lag fyri og annað eftir, sum uttan iva kundi vekja nøkur góð minni fram um farna tíð.
Konsertin endaði stutt fyri midnátt við, at øll tey luttakandi sungu ein sang saman, og síðani øll, sum vóru tilstaðar Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt.
Samanumtikið kann ikki annað sigast, at hetta var ein góð og undirhaldandi konsert. Fólk fingu høvi at hugna sær, og eitt annað gott við henni var tað, at hon byrjaði so tíðliga á kvøldi. Fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri hetta góða tiltak, og føroyski tónleikaheimurin kann av sonnum breggja sær av at eiga so nógvar góðar og evnaríkar tónleikarar, at tvær landaplágukonsertir kunnu haldast innan so stutta tíð við ymiskum fólki. Og øll vita jú, at har er nóg mikið eftir enn, so nú er bara at gleða seg til Landaplágur 3.