Undirhald
Ragnhild Ellingsgaard
Mikudagin tann 20. februar verða øll børnini í Klaksvík boðin til eina stuttliga og spennandi framførslu við klovnum, búktalara, sangi og tónleiki.
Tað er Silvi, sum stendur aftanfyri hesa innbjóðing, og á skránni verður eisini heimskendi klovnurin Pjerrot, sum nógv munnu kenna frá donsku stuttleikaparkini "Bakken".
Umframt Pjerrot verða føroysku klovnarnir Fjotti & BoBo, búktalarin Absalon Àargarð og Silvi sjálvur við í tiltakinum.
Silvatiltakið verður á skránni tríggjar ferðir mikudagin:
Frá kl. 10.00 til 11.00: Børn undir skúlaaldur
Frá kl. 13.00 til 14.00: Børn millum 7 og 9 ár
Frá kl. 16.00 til 17.00: Børn millum 10 og 12 ár