Pjerrot undirhelt

Undirhald

Seinnapartin týsdagin var víðagitni danski klovnurin, Pjerrot, á palli í SMS. Við sínum hvíta búna, hvíta andliti, og stóra, breiða reyða smíli undirhelt hann børnum og vaksnum eina løtu. Klovnurin hevði sjálvur tikið pall við úr Danmark, og hann framførdi brot úr teimum ymsu leikunum hann vanliga framførir á Bakkanum, sum er elsti undirhaldspallur í Danmark. Heili 202 ár. Klovnurin Pjerrot framførir 150 dagar á rað á Bakkanum, umframt vitjar hann børn á Ríkissjúkrahúsinum, ið hava krabbamein, har hann undirheldur fyri teimum. Við Rás 2 týsdagin segði Pjerrot, at tá hann sjálvur, hevur mist konu sína til krabbamein, helt hann, at hann eisini skuldi geva eitt sindur av lívsvirði til hesi børnini.
Børnini og tey vaksnu tóku væl ímóti danska klovninum. Ein rættur barnaelskari. Pjerrot segði, at klovnurin er eitt sindur býttari enn børnini, og tí hevur hann brúk fyri teirra hjálp, og á henda hátt fær hann sympati frá børnunum.
Pjerrot og børnini hóskaðu bara væl saman. Uttan iva eitt væleydnað tiltak á Torginum í SMS.
-ib