Pizza 67 letur upp í Klaksvík

Seint í hesu vikuni letur eitt nýtt pizzaria upp í Klaksvík. Pizza 67 hevur leigað hølini frá Michael Olsen á Fornagørðum, og ætlanin er fyrst og fremst at satsa upp á tey, ið ynskja matin koyrdan heim

Klaksvík:
Í endanum av hesari vikuni kunnu klaksvíkingar fara inn á tað næsta pizzaria, sum letur upp í býnum. Aðrar matsølur hava eisini pizza til sølu, men tað eru tvey matstøð, sum leggja seg mest eftir at selja pizza. Enn er tó ikki heilt greitt, hvønn dag í vikuni tað letur upp, men tað er heilt víst, at tað verður í hesi vikuni.
Teir báðir Høskuldur Pálsson og Hallbjørn Thórsson, sum eiga Pizza 67 í Havn siga, at teir longi hava hugsað um at víðka um teirra virksemi. Pizza 67 hevur nú verið í Havn í seks ár, men teir hugsaðu ikki fyrst og fremst um Klaksvík, tá ætlanin um at víðka virksemið av fyrstan tíð kom fram.
? Men vit hava so verið her norðuri og hugt okkum um og leitað eftir hølum. Tað eru góðir møguleikar í hesum hølunum, sigur Høskuldur.
Hølini eru gjørd soleiðis, at tað ber til at standa inni og eta, um ein ynskir tað, men ongi borð ella stólar eru til taks.
Teir fara í fyrstu atløgu ikki at satsa upp á kundar, sum koma inn at eta, siga teir báðir, men heldur upp á útkoyring, sum ikki er so vanlig í Klaksvík. Ætlanin er, at treytað av at fólk keypa fyri meira enn 100 krónur, so kunnu tey fáa matin koyrdan heim til sín, um tey ynskja tað.
Men tó so - okkurt um tíggju fólk kunnu standa inni í hølunum og eta samstundis.
Broytingarnar í mun til hvussu tað sá út, meðan Michael hevði café og grill, eru stórar. Øll caféin er broytt, so at ein stórur partur av henni er farin til køkin, meðan hin parturin verður staðið, har fólk kunnu standa og eta. Onki er broytt í erva, men tey hølini kemur Pizza 67 ikki at nýta, sambært teimum báðum Høskuldi og Hallbjørn.
Teir halda ikki, at marknaðurin sum er, er stórur í Klaksvík, men tað vænta teir kemur.
? Tað tekur tíð at venja fólk, men tað kemur nokk, siga teir og leggja afturat, at desember er ein góður mánaður at lata upp í, tí tá eru fólk ofta sera upptikin og hava ikki so góðar stundir til at gera mat.
Pizza 67 letur sum sagt upp hósdagin. Opið verður frá klokkan 17 til 23 gerandisdagar og frá klokkan 17 til 05 leygar- og sunnunátt.