Navnið Pitstop er kent frá rasarkoyring, tá bilarnir steðga á undir eini kapping og fáa dekkini skift ella latið brennievni á upp á næstan onga tíð.
Nýggja konseptið eitur Bilatænastan, og Olaf Mortensen sigur, at hugskotið til hesa tænastu er komið, eftir at hann hevur sæð standin á bilum hjá nógvum stovnum og fyritøkum. Eingin heldur bilarnar við líka, og nógvir av bilunum líkjast rullandi køstum bæði uttan og innan. Eisini hvat trygdini viðvíkur er standur ofta ringur sum t.d. vánalig dekk, bremsur, ljós o.a. Ofta hava bilarnir nógvar førarar, og eingin heldur teir við líka.
Tað seinasta árið hava vit arbeitt við at snikka eina bilatænastu til tann føroyska tørvin, og nú er komið á mál. Við Bilatænsatuni eru nógvir fyrimunir sum t.d. at bilarnir altíð eru ”up to date”, og eingin grenjar um skitnar og vánaligar bilar.
Størsti fyrimunurin við bilatænastuni er, at starvsfólkini á stovnunum ikki skulu nýta sína tíð til at fáa bilin á verkstað. Lættari er at fáa starvsfólk, og eisini minka útreiðslurnar til leigubilar og koyripening munandi. Starvsfólkið fær við Bilatænastuni stundir til at gera tað tey skulu. Við stórum íløgum í testarar og aðra útgerð, eru vit eisini førir fyri at gera eftirlitini sambært krøvum frá bilaframleiðarunum, sigur Olaf Mortensen.
Tænastan gongur út upp á, at tað skal vera so ómakaleyst fyri kundan sum yvirhøvur gjørligt. Bilarnir verða heintaðir, eftirlit verður gjørt, teir verða vaskaðir og dekkini verða skift uttan neyðugt er at ringja og biðja um tíð. Øll arbeiði verða vanliga gjørd aftaná arbeiðstíð.
Vit vaska og umvæla bilarnar soleiðis, at ístaðin fyri eina virðisminking fáa teir eina virðisøking, og reklamuvirði økist sjálvandi munandi. Bilarnir halda longi og nógv lættari er at fáa starvsfólkini at trívast, tá arbeiðstíðin ikki skal nýtast til at røkja bilarnar. Bilarnir eru rullandi visitkort hjá stovnum og fyritøkum, tí skulu teir altíð verða snøggir og reinir, sigur Olaf Mortensen.
Fleiri upplýsingar um Bilatænastuna fáast á tel. 520522 (8.30-17.00) og á www.pitstop.fo










