Jústinus Leivsson Eidesgaard
journalistur
???????????????????????????
Klokkan er átta, tað er leygarkvøld , enntá seinasta leygarkvøld og deymurin av kryddinum oregano og smeltaðum osti stendur í næsarnar, tá vit koma inn í Pizzaria Napoli í Klaksvík. Vit eru svong, og gleða okkum. Hava leikað touristar í egnum landi allan dagin, og vitjað uppi í steyrrøttu fjøllunum í Norðoyggjum.
At velja pitsur er ikki so lætt fyri okkum nýbyrjarar. Ein fyritreyt er, at tú dugir italienskt og eg dugi ikki italienskt, velji ta dýrastu við vón um, at hon man fara at standa mát, og tað gjørdi hon.
Meðan vit bíða, sita vit og hyggja út á vegin. Klakvsvík er vorðin ein stórbýur. Her koyra bilar allatíðina fram við, hvør flottari enn hin og eg taki synd í hesum breiðu lágu týsku BMW unum, sum eru bygdir til breiðar motorvegir, men sum nú koyra í tronganum í Klaksvík, skerdir sum ein gás, og koma ongantíð longur enn upp í triðja gear.
Eg hevði hoyrt um kenda pitsakokkin Aage úr Danmark, sum ikki vildi gera pitsur til týskarar og fraklendingar. Hvussu mundi hann síggja út. Innanfyri stendur ein maður og eltir deiggj. Hann sær út sum ein heilt vanligur klaksvíksingur, gráur í vangunum. Eg hugsi, nei, hatta kann ikki vera hann. Ein kundi biður um eina pitsu við sjógætø, tað er rækjur, høgguslokkur, goggur, øður, jákupskel og annað gott agn úr sjónum. Kokkurin snittar skjótt og væl og uttaná er ongin munur. Hann kundi eins væl verið ein agnskerari í egningarskúrunum norðuri á Stongunum. Politiskt virkni danski pitsakokkurin hevur helst frí í kvøld.
Aftanfyri okkum situr eitt par um miðjan aldur. Eg hoyri beinanvegin, at tey tosa týskt. Tey eru tvey í stóra bólkinum av fólki í Europa sum tosa týskt, 80 milliónir onnur gera tað sama. Eg lurti, tey práta um føroyar, undrast og fegnast um stórleikan. Týskarar elska skapannarverkið, og eru eitt tað mest ferðandi fólkið í heiminum.
Tey eru komin nakað longur enn vit, hava etið seg úr eystri í vestan á sunnaru hálvu á einari stórari pitsu og eru vælforeint. Tey eru nøgd við matin, og eta tær seinastu skorpurnar, tað er uttasta rondin á pitsuni, meðan tey práta, og leggja ætlanir um hvat tey skulu gera restina av kvøldinum.
Matarskráin greiðir okkum frá, at pitsusiðvenjan er 700 ára gomul, stavar úr Italiu og tað serliga við eini pitsu er at tú fær allan føðslutørvin nøktaðan ísenn, um tú fer undir eina slíka. Har er breyð, grønmeti og kjot ella ostur alt í einum.
Ein ung, smílandi og dugnalig klaksvíksgentan gongur okkum til handa, meðan vit eta.
Hetta er ordiliga WELL og barasta í ORDAN.
So ressast týska parið og fer yvir móti diskinum at rinda fyri matin. Og nú er tað dramatikkurin byrjar. Kokkurin hoyrir, at tey tosa týskt og hann fær ikki hildið sær. Fer yvir til tey, og á vánaligum enskum greiðir hann teimum frá, at næstu ferð tey koma til Klaksvíkar, so skulu tey finna eitt annað stað at eta, tí hann noktar at gera pitsur til týskarar og fraklendingar, orsakað av leiklutinum hjá stjórnunum í hesum londum í Irak krígnum. Stórpolitikkurin er komin til Klaksvíkar og hendingar niðri í oyðimørkini við Eufrat og Tigris, fyrrverandi Babylon fáa avleiðingar fyri eitt sakleyst týskt par í Klaksvík og skelkar gestir á Pizza Napoli við friðaliga Klaksvíksvegin, langt burturi frá hermótinum, Saddam Hussein og Taric Asis og øðrum tyranum
Her standa hesi sakleysu fólk og enn einaferð verða tey mint á teirra kollektivu skuld, sum byrjaði í 1933, tá týskarar valdu Hitler á ting. Tey vóru ikki fødd tá og hóast tað, so hava tey hoyrt fyri hetta so langt aftur tey kunnu minnast. Á sama hátt sum jødar fingu skerd rættindi í Týsklandi í 1933 og fáa hesi fólk at vita at tey hava ongi rættindi á Pizza Napoli í Klaksvík.
Vælangandi oreganokryddluktutin hvørvu úr næstum mínum. Tað vendist í búkinum og seinasti fjórðingurin av pitsuni, sum liggur á tallerkinum, parturin frá norði og niður í eystan kennist nú meira sum ein avbjóðing, heldur enn leskiligir bitar, sum skulu leggja lok á ein framúr góðan verða.
Er hetta veruliga eisini Føroyar, mítt elskaða land, har mannarættindi í okkara lítla fólkaræði er í hæddini, mannarættindi, sum av fyrsta tíð vórðu feld í grundlógina aftan á fronsku kollveltingina og sum ST hevur tikið til sín, og sum her á Klaksvíksvegnum í hugnaligur matstovuni Pizza Napoli verða traðkaði niður í sand og øsku.
Tað er ikki bara eg sum eri særdur. Ein ung kvinna mannar seg upp og fer til pitsukokkin og á siðiliga hátt sigur sína hugsan. Hann hevur nógv argumentir í móti, men hon er ikki løtt at syfta og stendur við sítt. Eg fegnist, at vit eigan djarvan og rætthugsandi ungdóm sum hana.
Hjarta mítt bankar hart, kenni øðina streyma út í fingraspíssjarnar. Tankarnir fara skjótt aftur og fram. Róligur Jústinus, sissa teg Jústinus, er ein rødd innan í mær sum teskar.
Róligur Jústinus. Eg reisi meg. Nú eru øll farin, vit, konan og eg eru seinastu kundarnir. Vit skulu gjalda. Eg fari yvir til kokkin og næstan skelvandi á málinum rósi eg honum fyrst fyri matin, og sigi so honum, at eg varð ógvuliga stoyttur av viðferðini hann gav týsku gestunum. Leggi mær eina við ikki at fara í orðadrátt, tí eg virði hansara rætt til at hava sínar meiningar. Sigi honum, at hóast leskiligt úrval á matarseðli og góða tænastu frá tænara, so komi eg ongantíð aftur á Pizza Napoli, so leingi hann er kokkur har.
Vit fara út, uttan fyri er einki skelti sum sigur frá at týskarar og fraklendingar ikki eru vælkomnir.
Eg eri framvegis skelkaður og hugsi hvør hevur ábyrgdina. Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum koyrir framvið. Hann koyrir eina rundu í valdøminum fyri at vita hvussu stendur til. Fer hann at gera nakað við málið, hugsið eg beinanvegin. Hetta er kanska ov nær, soleiðis reint lokalt. Betri var at tosað um nakað so fjarskotið sum apartheid í Suðurafriku. Tað hevði javnaðarflokkurin so eina meining um, tann tíð tað var. Hann má eg tosa við, tí skriva skal eg um hetta.
Og hvat við býráðnum í Klaksvík, kunnu teir liva við einum slíkum skammbletti í býnum sum eini rasistiskari matstovu?
Og fútin, hvat heldur hann. Eg orki líkasum ikki ákærumyndugleikan, tá kemur jus í, men onkur má for hundan hava ábyrgdina.
Og meðan pulsurin spakuliga fellir síggi eg samanhangin. Pitsakokkurin er skuldarleysur. Pitsu Aage er sakleysur sum so, kanska nakað einfoldigur, men sakleysur. Hann er alment kendur fyri sínar meiningar, hevur fingið dóm fyri tær í Danmark og meiningar hava avleiðingar viðhvørt. Skurkurin í málinum er Njal Reinert Petersen, sum eigur matstovuna, og sum hevur sett pitsakokkin í starv. Hann var fullvitandi um støðuna hjá pitsakokkinum, tá hann setti hann í starv. Hann átti at mist rættindi til at reka matstovu, so leingi hann hevði ein slíkan kokk í tænastu. Pitsakokkurin hevur rætt til at meina tað hann vil, soleingi hann ikki ger mun á fólki í sínum arbeiði. Og ger hann mun, so eigur hann at vera ein arbeiðsleysur pitsakokkur. Og tann rættin vil eg verja, sum hornasteinurin undir okkara fólkaræði.
Vit koyra norður aftur á hotellið á Viðareiði og sova upp á tað.
Dagin eftir út fyri Galvinum í Leirvíksfirði umborð á Dúgvuni hoyri eg at pitsakokkurin er uppsagdur. Nú er skil aftur á Pizza Napoli í Klaksvík. Tað er ordiiga WELL og í ORDAN. Og so datt grundarlagið fyri hesum reglum burtur, men nú hava tit tær allíkavæl.










