Pitsarí hækkar reinførið

Eftir at hava verið á einum skeiði í reinføri og bakteriuflutningi eru arbeiðshættirnir í matstovuni Pizza 67 í Havn, nógv broyttir. Starvsfólkini eru meira tilvitaði, sigur Ólavur Danielsen, varaleiðari í fyritøkuni

Í oktober mánaði vóru øll starvsfólkini á Pizza 67 í Havn á einum fimm-tíma skeiði, har tey vórðu kunnað um reinføri, handfaring og bakteriur.

- Orsøkin til skeiðið var at kunna starvsfólkið, so matvøran altíð er í lagi, sigur varaleiðarin, Ólavur Danielsen. - Reinføri kann betrast, men tað er eisini umráðandi at kenna orsøkirnar til, hví ymiskir framferðarhættir verða nýttir í sambandi við matgerð.

Í alt vóru 25 skeiðsluttakarar á skeiðnum. Ikki einans tey, ið starvast í køkinum, men eisini tænarar og útkoyrarar. Ætlanin er at hava slík skeið regluliga, so starvsfólkið og viðskiftafólkini eru kunnaði um, at allar ásetingar verða hildnar.


Ávirkan á arbeiðið

Matstovan merkir munin, tí arbeiðshættirnir eru nógv broyttir. Millum annað eru allar vørueskjur bannaðar úr køkinum. Bakteriur finnas í innpakningi, og tí verða allar eskjur tømdar uttanfyri, og vøran borin inn. Nakað av útgerð er eisini skift út, millum annað eru gomlu skeribrettini, ið vóru úr træ skift út við plast, tí ikki ber til at vaska allar bakteriur úr trænum.

Viðvíkjandi útkoyringini verða bilarnir nú oftari vaskaðir og somuleiðis taskurnar, ið maturin verður hildin heitur í. Fyri tænararnar merkir skeiðið, at maturin, ið verður borin út, bæði til sjálvtøkuborðið og í matstovuni, skal vera nóg heitur fyri at lúka krøv innan hetta.

- Starvsfólkini hava tikið væl móti nýggja lærdóminum, og nógv er broytt. Skeiðið kann eisini nýtast uttanfyri arbeiðsplássið, í heiminum og til at vísa á, at man hevur eitt skeið innan reinføri, sigur Ólavur Danielsen. Hann leggur afturat, at skeiðið hevur verið til gagns fyri matstovuna og harvið viðskiftafólkini, at eitt slíkt skeið átti at verðið sett sum krav til allar matstovur og tey, sum starvast innan hesav vinnuna í Føroyum.