Piti Negru og Johnny Joensen hava lítið og einki gjørt við hondbóltin í vetur, men teir verða tó við í hópinum, sum í dag fer á vøllin at dystast móti Kyndli. Kyndil vann fyrstu finaluna millum liðini, og tá bæði Agnar Joensen og John Zachariassen hava leikbann, stendur nógv á hjá vestmenningum undan dystinum í dag.
Hartil noyddist Áki Olsen skaddur av vøllinum fyri viku síðani, meðan Ingi Olsen als ikki tók lut í dystinum. Sum skilst eru teir báðir tó tøkir hesaferð.
Tað stendur heldur betur til við fólki hjá Kyndli til dystin leygardagin. Einasti spælarin, sum ikki var við seinasta vikuskiftið, var Hjalti Jacobsen, sum var úti við einum skaða. Hjalti hevur tó vant í vikuni, og roknað verður við, at hann spælir í dag.