Piteå hevur lagt fyri við einum sigri og einum tapi

Ásla Johannesen og liðfelagarnir spæla dystir í innleiðandi bólkaspælinum í steypakappingini

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagar hennara í Piteå hava spælt tveir dystir í innleiðandi bólki 3 í bólkaspælinum í svensku steypakappingini.

 

Farna sunnudag vann Piteå á útivølli 3-2 (0-1) á Malmö FF. Ásla var tá á vøllinum í 87 minuttir.

 

Ígjár tapti Piteå, aftur á útivølli 2-3 (0-2) fyri Kristianstad. Tá Ásla kom á vøllin í 67. minutti var støðan 2-1 til heimaliðið.

 

Kristianstad hevur fýra stig, meðan Malmö FF og Piteå hava trý stig hvør. Umeå er aftast við ongum stigi. 

 

Leygardagin 14. mars tekur Piteå móti Umeå á heimavølli. Vinnur Piteå tann dystin, og Malmö FF og Kristianstad leika javnt, so vinnur Piteå bólkin.