Tað var í gjár, at in.fo kundi fortelja um, at skeivur tjóðsangur bleiv spældur til dyst í Copa América, sum í hesum døgum verður hildið í USA. Undan dystinum ímillum Meksiko og Uruguay bleiv tjóðsangurin hjá Kili púra óvæntað spældur ístaðin fyri tann hjá Uruguay.
Les eisini: Spældu skeivan tjóðsang
Í nátt var aftur galið undan dystinum ímillum Kili og Argentina. Hesaferð bleiv tjóðsangurin hjá Kili spældur av røttum, sum hann eigur, men tá ið sjálvt tónalagið í tjóðsanginum fall burtur, so var aftur galið. Tjóðsangurin hjá Kili er soleiðis uppbygdur, at síðsti parturin av sanginum verður sungin uttan meðvirknum tónleiki.
Onkursvegna hevur hendan støðan verið so ófrættakend fyri tey, sum vara av at spæla ymsu tjóðsangirnar, at tey ikki kláraðu at halda sær at tendra nýggjar tónar. Mitt í tjóðsanginum hjá Kili bleiv byrjanin av einum sangi hjá vælkenda Pitbull, ið dámar sera væl at kalla seg sjálvan Mr. World Wide, tendraður. Hesin sangur bleiv tó skjótt sløktur aftur, og kilensku leikararnir kundu uttan himpr syngja tjóðsangin lidnan.
Hendingin sæst í videonum, sum er viðfest til greinina.