6?mannafør kvinnur
Í dag eru síðstu HF næmingarnir í Klaksvík til próvtøku. Fyrrapartin í morgin verða prógvini handað. Hesa ferð verður tað í Skálanum og ikki í HF skúlanum. Orsøkin er tann, at næmingatalið, sum fær prógv í ár, er væl størri, enn tað hevur verið nógvu tey seinastu árini.
Millum glaðu HFararnar í Klaksvík eru tríggjar gentur, sum saman við bátsfeløgunum umborð á Páll Fanga í hesum døgum teljast millum stoltleikan hjá klaksvíkingum og norðoyingum.
Eftir at tær í dag hava fingið prógvini frá Sigruni Skálagarð, sum er leiðari á HF skúlanum, kunnu tær sleppa øllum próvtøkustríðnum og bara hugsa um næstu uppgávuna, sum stendur fyri framman. Tað er varmakelduróðurin í Fuglafirði.
Um vit nýta tær báðu kappingarnar higartil sum grundarlag, so bendir alt á, at Páll Fangi enn eina ferð verður fyrstur um málið, tá húgvuklæddu ungu kvinnurnar fara um Leirvíksfjørð og til Fuglafirðar.
Á Tvøroyri var eingin ivi. Páll Fangi skraddi seg beinanvegin eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar, og so snúði tað seg bara um at halda eyga við Sølmundi.
NSÍ kvinnurnar gjørdu onkra lítla roynd at bjóða av, men tær fingu krakk hvørja ferð, og so tóktist tað rættuliga skjótt sum um tær vóru nøgdar við næstfremsta plássið. Tað vil siga, at tað ongantíð gjørdist rættulig kapping um fremsta plássið. Páll Fangi var eina góða bátslongd fremst, og Sølmundur var tvær bátslongdir frammanfyri bronsuplássið.
Harafturímóti var kappingin um triðja plássið øgilig. Havnarbátarnir Jarnbardur og Gongurólvur komu so at siga í senn á mál. Jarnbardur var drúgvastur í tí kappingini. Efitr róðurin vísti tað seg, at ein av teimum umborð á Gongurólvi hevði róð við brotnari ár. Á fyrstu metrunum vóru tær komnar í fløkju við Víkingin, og tað hevði ivaleyst kostað í endaligu uppgerðini.









