Sunnudagin 7. august kl. 17:00 skipa Meginfelag Føroyskra Studenta og Altjóða Skrivstovan fyri kunnandi fundi í Miðlahúsinum. Fundurin er ætl-aður teimum, ið fara undir hægri lestur uttanlands.
Nógvir eru spurningarnir, ið stinga seg upp, tá ið flytast skal av landinum í lestrarørindum, og fundurin fer at snúgva seg um praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini, ið eru hent at hava greiðu á, áðrenn farið verður undir eitt nýtt lestrarlív. Av hesum kunnu nevnast íbúðar- og skattaviðurskifti, stuðulsskipanir og lestrarbyrjan sum heild.
Umframt umboð fyri MFS og ASK, vera føroysk lesandi frá ymsum donskum býum, Norðurlondum, Stóra Bretlandi og øðrum londum við á fundinum, og høvi verður at seta teimum spurningar um lestrarlívið í ávísa landinum.









