Pisufundur í Vági og jóansøkan sett

Í kvøld var fjøld av fólki komin saman í Vági á økinum við minnisvarðan, miðskeiðis í Vági.

 

Har var skrúðgonga og jóansøkan varð sett. Tað var Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, ið setti jóansøkuna 2022. Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á løtuna.

 

Eftir hetta var pisufundur. Lagt varð fyri við, at Dagfinn Olsen sang sangin Fagri Flokkur.

 

Síðani helt Jórun Mohr Viderø pisurøðu. Ætlaði gestarøðarin hevði fingið forfall, og tí var tað Miriam Jannit Norðberg, ið rekur Brim og er stjóri á Ítróttaháskúlanum, ið helt gestarøðuna.

 

Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, endaði løtuna við góðum tónum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##