Pisufundur á Gøtusandi í dag

Í dag klokkan 17 skipa nýklaktu piskurnar á Studentaskúlanum og HF skeiðnum á Kambsdali fyri pisufundu á Gøtusandi

Í dag klokkan 17 skipa nýklaktu piskurnar á Studentaskúlanum og HF skeiðnum á Kambsdali fyri pisufundu á Gøtusandi.

 

Seinasti próvtøkudagur er í dag, og prógvini verða handað á samkomu í Ítróttarhøllini á Kambsdali hósdagin klokkan 13.

 

Á myndini, sum Páll Isholm hevur tikið, sæst Merkið veittra yvir Gøtusand – sum er klárur at taka ímóti ársins pisum av Kambsdali.