Pisudagur í Keypmannahavn!

   

Leygardagin 13. septembur skipar Meginfelag Føroyskra Studenta fyri pisudegi í Keypmannahavn.
Dagurin er ætlaður teimum, ið júst eru flutt til Danmarkar at lesa, og er hetta eitt gott høvi hjá teimum nýggju lesandi at hitta hvønn annan. Eisini verður møguleiki at seta spurningar, ið hava eitthvørt við lestrarbyrjan at gera.
Við á tiltakinum verður, umframt MFS, Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark.
Tiltakið verður hildið á loftinum í Føroyahúsinum kl. 17:00 á Vesterbrogade 17A. Vónandi verða nógv nýggj andlit at síggja til ein kunnandi og samstundis hugnaligan dag!