Pisudagar á Rás

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Árligu Pisudagarnir verða evnið í sendingini Rátt, sum verður send i dag klokkan 16:00 á Rás2.


Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.


Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða Skrivstovan) og Eik fyri Pisudøgum á hvørjum ári.



Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum møguligt.


Pisudagar verða týskvøldið 4. august kl. 19.00 á deildini hjá Eik í Saltangará og mikukvøldið 5. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn.