Kendi OL-atleturin Oscar Pistorius kann nú latast leysur móti veðhaldi, ímeðan drápsmálið móti honum verður fyrireikað.Veðhaldið er ásett at vera 638.000 krónur.
Veðhaldið var annars at byrja við áljóðandi 159.000 krónur, men bleiv nakað seinni hækkað til 638.000 krónur.
Rættarfundur var í dag fyrrapartin í føðibýnum Pretoria. Har løgdu verji og ákæri fram síniar prógvgrundir fyri, hvørt Pistorius kundi verða leyslatin móti veðhaldi ella ikki.
Seinnapartin avgjørdi dómarin, Desmond Nair, at Pistorius kann latast leysur móti veðhaldi áljóðandi 159.000 krónur, ímeðan rættarmálið fer fram.
Dómarin helt ikki, at tað er komið nóg væl fram í prógvførsluni hjá ákæranum, at Pistorius flýggjar úr landinum, um hann verður leyslatin móti veðhald. Harafturat helt dómarin ikki, at tað á nakran hátt er prógvað, at Pistorius er harðligur ella vandamikil persónur.
- Men eg havi ikki tikið støðu til, um tann ákærdi er skyldigur ella ikki. Ta avgerðina taka dómararnir í tí veruliga rættarmálinum, segði Nair í sambandi við dómssøgnina í dag.