Pistorius fekk herdan dóm

Hægsti rættur umgjørdi í fjør dómin frá óviljaðum manndrápi til morð. Tì mátti revsingin eisini broytast.

Oscar Pistorius, kendur sum Blade Runner, varð í gjár dømdur til seks ára fongsulsrevsing fyri morðið av unnustu síni Reeva Steeenkamp.

 

Tað var í februar 2013, at Oscar Pistorius skeyt fleiri skot gjøgnum hurðina í baðirúminum í húsi hansara. Innan fyri stóð unnustan Reeva Steenkamp, sum doyði av løstunum.

 

Meðan ákærin hevur hildið upp á, at hann myrdi unnustuna orsaka av ósemjum teirra millum, hevur verjin sagt, at Oscar Pistorius óttaðist, at tað vóru tjóvar, sum høvdu tikið seg inn í húsið.

 

Í fjør bleiv Oscar Pistorius dømdur til fimm ára fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp, men í desembur broytti hægsti rættur dómin til morð. Revsingin mátti tí ásetast av nýggjum.

 

Dómarin valdi í øðrum umfari at leggja dent á, at Oscar Pistorius ikki hevði ætlanir um at drepa unnustuna. Tískil valdi hon at síggja burtur frá revsirammuni fyri morð, sum sigur, at revsingin er 15 ára fongsulsrevsing.

 

Dómarin valdi tí at geva suðurafrikananum seks ára fongsulsrevsing fyri morðið á unnustuna.

 

Oscar Pistorius sat 10 mánaðir av fyrra dóminum og varð síðani royndarleyslatin undir húsarrest. Nú má hann væntandi aftur í fongsul. Hesaferð skal hann sita millum helvtina og tveir triðingar av dóminum, áðrenn hann aftur kann søkja um royndarleyslatan.

 

Ákærin kravdi 15 ára fongsulsrevsing, so óvist er, um ákærin velur at góðtaka hendan dómin. Tað var ákærin, sum kærdi fyrra dómin til hægsta rætt, tí hann metti, at hann var ov linur. Verjin hjá Oscar Pistorius hevur longu boðað frá, at teir taka við nýggja dóminum.

 

Oscar Pistorius er íðkari í frælsum ítrótti. Navnið Blade Runner stendst av, at hann rennur við tveimum protesum, tí at hann hevur mist part av báðum beinunum orsaka av íbornari sjúku.

 

Hann hevur vunnið seks gullmedaljur í Paralympisku leikunum og luttók eisini í olympisku leikunum í London 2012.