Pistól: Við ein av teimum 300 básunum á stóru framsýningini standa tveir mans.
Teir eygleiða og práta óført saman um eitt av amboðunum, teir kenna nógv til og brúka javnan í teirra arbeiði.
Talan er um eina sonevnda pistól, sum teir brúka at skjóta seymir inn í veggin við.
- Jú, vit brúka hesa pistólina sera nógv, tá vit pláta í okkara arbeiði.
- Tann sum vit hava, er júst tann sama sum henda. So hesa kenna vit sera væl, sigur annar teirra, Sámal Erik Hentze.
Hin maðurin er Jens Kristjan Hansen, og saman eru teir stjórar í Húsavarðartænastuni í Havn.
Fyrimunir
Fyri Sámal Erik er eingin ivi um, at arbeiðið hevði verið munandi tyngri uttan pistólir av slíkum slagi.
Tað er serliga mátin, sum henda pistólin skjýtur seymin inn í veggin uppá, sum er ein fyrimunur.
- Úrslitið er snøgt sagt, at seymurin situr í plátuni. Hann brýtur ikki frá sær, sum Sámal Erik tekur til.
Eitt er tað at henda pistólin lættir almikið um hjá Sámal Eriki og Jens Kristjan sum handverkarar.
Men tað eru eisini aðrir, sum hava gleði og gagn av fyrimununum við hesi pistólini.
So løgið tað enn kann ljóða, so eru tað málararnir!
Hent amboð
Tað eru ofta teir, sum fáa stríðið aftaná um ein seymur ella skrúva ikki er komin nóg langt inn í sjálvan veggin, sum málarnarnir skulu mála aftaná.
- Teir siga, at teir eru beinleiðis imponeraðir av tí, sum henda pistólin ger, sigur hann.
Tá Sámal Erik hoyrdi um hesa pistólina av fyrstan tíð, avgjørdi hann beinanvegin at keypa sær eina til teirra arbeiði.
Og tað hevur hann ikki angrað:
- Fyri okkum sum brúkarar av henni, má eg bara siga, at hon er fantastiska hent, sigur hann.