Ein afturvendandi trupulleiki tá skipað verður fyri stórum tiltøkum, er at veita fólkinum nóg góðar møguleikar at kasta sær av vatninum.
Tórshavnar kommunu ger nú eina nýggja roynd, og hevur bílagt seks pissitorn til Voxbotn.
- Fýra kunnu kasta sær av vatninum í senn - og tey fyrstu verða roynd nú til Voxbotnfestivali, skrivar Tórshavnar býráð á heimasíðu síni.
Hugskotið er komið úr Danmark, har vanligt er at seta slík torn í skotum og millum trø nærindis festivaløkinum. Júst hvar í Vágsbotni tornini fara at standa, verður kunngjørt seinni.
Søgan sigur einki um, hvørt nøkur loysn er funnin til kvinnur, ella um tær eisini skulu nýta hesi tornini.