Gestirnir á einari kaffistovu í Reykjavík mundu gløða við, tá ein dýrandi full kvinna ikki gjørdi mætari enn at smoyggja niður um seg, setti seg niður á stólin og pissaði á hann.
Kvinnan var tó ikki fylri enn so, at hon pissaði ikki bara í buksurnar, men sum nevnt smoygdi hon niður um seg.
Ein av gestunum var skjótur og tók hendingina upp við fartelefon síni.
Starvsfólkið helt tó ikki hendingina vera serliga stuttliga, og við eitt sindur av stríði fingu tey kvinnuna út um, til løgreglan tók sær víðari av henni, skriva donsk bløð.