Pison liðugur í august

Pison verður ikki at kenna aftur, sigur Petur Eliassen, skipari. Hann er í Hirtshals saman við familjuni. Meiningin var, at Petur skuldi koma upp aftur til Føroyar við Pison, men hann verður ikki liðugur fyrr enn einaferð í august

Pison liggur í Hirtshals og henda dagin, tá Sosialurin tosaði við Petur stóð hann beint við síðuna av bátinum.
- Ongin í Klaksvík hevði kent bátin aftur um onki navnaskeltið var á honum, sigur Petur avgjørdur á málinum.
- Hann er sera snøggur. Alt er gjørt av nýggjum. Tað er so at siga bara skrokkurin eftir av honum, so tað verður sum eitt nýtt skip, sigur Petur.
Øll tólini eru nýggj á brúnni og alt er skift út eisini. Ongin fer at sova har frammi í bátinum longur. Tað eru sekstan koyggjur har afturi í bátinum nú.
Pison verður, sum sagt, væntandi klárur í august.