Pison hevur skift eigara

Verður verandi í norðoyggjum

Línuskipið Pison hevur skift eigara.

 

Tað er Eyðstein Sørensen, sum saman við Kósini og øðrum hevur keypt línuskipið í fútarættinum í dag. Gamli eigarin er Gihon, har Hans Jacob Vitalis er stjóri.

 

Eyðstein Sørensen váttar tíðindini fyri in.fo og sigur, at skipið skal brúkast á sama hátt sum higartil, til línufiskiskap.

- Hann hevur ikki nógvar dagar, so kanska verður hann fyrst brúktur á ytri leið. Nú eri eg í Grønlandi, men komi heim á jólum, so innan tað tíð hendir neyvan tað stóra, sigur Eyðstein Sørensen.

 

Eyðstein Sørensen vil ikki siga, hvat keypsprísurin er, men er væl nøgdur við prísin.

 

Sambært Álmanakkanum er Pison smíðaðir í Noregi í 1961. Hann er 36,09m til longdar og 395 bruttotons. Hann hevur áður itið Reynsatindur og West Freezer.

 

Sambært Teyggjuni hjá Fiskimálaráðnum hevur Pison tvey fiskiloyvi, eftir brosmu og longu í ES-sjógvi fram til ársenda í ár og sum stállínuskip í bólki 3 fram til ársenda 2017.