Teir, sum eiga línuskipið Pison í Klaksvík, hava selt skipið, men ikki fiskidagarnar, sum ætlanin er at býta millum línuskipini, sum eftir eru í Klaksvík Teir, sum áttu línuskipið West Freezer í Vágum, hava nú keypt línuskipið Pison, sum Tórleif Sigurðsson, reiðari, hevur verið útgerðarmaður hjá.
Tórleif er eisini reiðari á Kvikki, umframt at hann er útgerðarmaður hjá Froyu, sum nú er eitt betri skip.
- Níggju línuskip hava verið í Klaksvík, og tað hevur ikki altíð verið so lætt at fingið fult manningartal.
Og tó.
Hann leggur aftrat, at tað kortini ikki er so, at Pison hevur ligið, tí fólk ikki fekst umborð.
- Vit síggja, hvussu tað gongur her norðuri, og vit hava eisini skilt, at tað heldur ikki er so lætt at manna skipini í økjum, har nógv línuskip eru, eitt nú á Toftum.
Reiðarin sigur, at teir nú ætla at býta fiskidagarnar og rættindini, sum Pison eigur, millum línuskipini, sum eftir eru í Klaksvík.
- Hetta fer at geva einar 20 fiskidagar til hvørt skipið, sigur hann.
Tórleif Sigurðsson heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá teimum at sleppa av við dagarnar, tí fiskidagarnir verða skerdir at kalla á hvørjum ári - við tí úrsliti, at ov fáir dagar eru til hvørt skipið.
- At skipini nú fáa fleiri fiskidagar, skuldi alt annað líka merkt, at útlit eru til betri rakstur og tískil eisini betri úrtøku hjá manningunum, sigur reiðarin.
Pison átti 110 dagar á innaru leiðini og stívliga 40 dagar á Føroyabanka. Haraftrat hevði skipið í ár eina Íslandskvotu, sum var 217 tons, men hon er næstan uppfiskað.
Pison hevur longu í vár gjørt tveir góðar túrar undir Íslandi, ávikavist 160.000 og 190.000 pund.









