Fríggjakvøldið verður PISA-kanningin løgd fram og viðgjørd í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har umboð fyri allar politisku flokkarnar í Føroyum luttaka. Fyrst fara tey trý, Erla Højsted, Gunnar Bjarnason og Flóvin Eidesgaard, ið hava staðið fyri føroyska partinum av kanningini, at leggja hana fram. Eftir hetta verður pallborðsfundur við umboðum frá teimum seks flokkunum í Føroyum.
Fyri Fólkaflokkin kemur Jógvan á Lakjuni, Marjus Dam fyri Sambandsflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin, Karl A. Olsen fyri Sjálvstýrisflokkin, Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.
Rolf Guttesen kemur at stýra kjakinum, har áhoyrararnir hava møguleika at seta bæði politikkarunum og teimum, sum hava staðið fyri føroysku Pisakanningini, spurningar.
Tað MFS, sum fyllir 49 ár, ið skipar fyri tiltakinum í Føroyahúsinum fríggjadagin, har dyrnar opna klokkan 19.30 og sjálvt tiltakið byrjar klokkan 20.00.