Pisakanningin, Olaus Jespersen og Gøtu skúli

Harald Hammer, lærari

 

Fyrr í ár kom úrslitið av Pisakanningin í føroyska fólkaskúlanum, sum nógv var gjørt burturúr – serliga tað vánaliga úrslitið. Men har vóru eisini glottar. Eitt nú vísti kanningin, at Tofta skúli kláraði seg væl – serliga í støddfrøði.

Í fjølmiðlunum segði Olaus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan, at høvuðsorsøkin til góða úrslitið í støddfrøði hjá Tofta skúla var, at tey høvdu brúkt tað danska roknisystemið, Faktor.

Sjálvandi vóru tey, ið varða av Tofta skúla fegin um úrslitið.

Í Gøtu vóru lærararnir eisini fegnir um hetta góða úrslitið – men serliga fegnir um, at tey á Toftum, eins og í Gøtu skúla nýttu Faktorsystemið í støddfrøði.

Fara vit aftur til heystið í 2004, so var eitt stríðsmál í Gøtu skúla um undirvísing í støddfrøði, har foreldrapar tók børn síni burtur úr støddfrøðiundirvísingini, tí at skúlin brúkti danska roknisystemið, Faktor.

Sami Olaus Jespersen tók málið upp í fjølmiðlunum og nærmast niðurgjørdi Gøtu skúla og lærararnar fyri at brúka donsku bøkurnar. Hann segði, at tað ikki vóru aðrir skúlar í Føroyum, sum nýttu hesar bøkur, tí allir nýttu føroysku Sigma-bøkurnar.

Lærarar og skúlaleiðsla í Gøtu vóru ógvuliga hørm um soleiðis at verða niðurgjørd í fjølmiðlunum av sjálvum leiðaranum í fólkaskúlanum.

Eg haldi, at tú, Olavus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan, skyldar Gøtu skúla eina almenna frágreiðing.

Undrunarvert er, at eingi skúlafólk hava latið við seg komið – kann tað vera tí, at hetta er komið frá Olavusi Jespersen?