PISA-úrslit løgd fram

Fyrrapartin týsdagin verða úrslitini frá PISA-kanningini í fjør løgd fram í Mentamálaráðnum

Samstundis sum øll hini londini, ið vóru við í PISA-kanningini, leggja síni úrslit fram týsdagin klokkan 10, ger Mentamálaráðið eisini tað. Henda framløgan verður í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum í Havn.

Tá níggjundafloks næmingarnir í Føroyum í fjør vóru við í kanningini, var tað fyri fjórðu ferð, at Føroyar vóru við til nógv umrøddu PISA-kanninginar, ið fevna um kjarnuøkini náttúruvísindi, støddfrøði og lesing.

Í fjør var fjórðu ferð, at Føroyar eru við í PISA-kanningunum, sum eru triðjahvørt ár, og undan tí vóru Føroyar við í 2006, 2009 og 2012, og er talan um skrivligar royndir, ið skulu vísa, hvørja vitan og hvørjar førleikar, næmingarnir hava.

Í flestu londum verður ein umboðandi partur av næmingunum í aldursbólkinum valdur út til PISA-kanningina, sum er ein altjóða OECD-verkætlanin, men í smærri londum sum Íslandi og Føroyum eru allir níggjundafloks næmingar við.

Tað, sum fer at henda, tá framløgan verður týsdagin, er at frágreiðingin við úrslitunum av PISA 2015 verður løgd fram, og at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fær frágreiðingina handaða, og síðani verður høvi at seta spurningar.