Hann vil, sambart føroyskum fjølmiðlum, vera við at úrslitið av PISA-kanningini, ikki er gott nokk. Sum ketta komin úr høvdatroði, stendur hann nú við mildari orðavending og viðgongur næknan veruleika. Sanleikin er heldur tann, at tilgongdin og fylgjurnar av dugnaloysinum, er ein sonn vanlukka fyri alt tað føroyska undirvísingarverkið uttan undantak.
Vit kunnu byrja við at nevna læraraútbúgvingina og tey kor sum fólkaskúlarnir seinastu árini hava virkað undir. Tá stórur tørvur var á lærarum á sinni, kanska vegna lítla løn, men eisini deilvís óskipaði viðurskifti, valdu teir ráðandi at útbúgva discount lærarar, soleiðis at tilgongdin gjørdist fjølmyklari og tørvurin harvið nøktaðist. Hetta at geva ummæli fyri frið skuld, uttan at hava upprunagrundarlagið og rætta støðið at ganga út frá, er áður roynt við ringum úrsliti. At sjálvkrittikkurin minkaði og støði innan læraraútbúgvingina harvið versnaði í tann mun, er sjálvfylgja.
Tá fyrrverandi fólkaskúlaskipannin við táverðandi fólkaskúlalóg, ikki tóktist rigga eftir hugsjónum teirra ráðandi uppfunnu teir eina nýggja, sum í dag sýnist virka sera ivasom. Uttan at siga ov nógv, skal pástandast, at júst hetta hevur gjørt sítt til, at støðan er so vanlukkulig, sum hon nú er. Diciplin má og skal vera. Men diciplin kann als ikki skapast tá álitið svíkjur. Her eiga ráðandi mynduleikar sanniliga at skoða speglið og ganga á odda í so máta. Er tað nakað vit ikki hava mangla seinastu mongu árini, so er tað umsitingarlig fusk, handlan í heimildarloysi o.s.fr. Er hetta kanska álitisvekjandi? Ikki eftir míni áskoðan. Og bólkurin fylgjur oddafiskinum, sum vera man.
Heitt verður hervið staðiliga á polittisku skipanninna, um at bera so í bandi, at hugburðurin í Mentamálaráðnum verður broyttur, soleiðis at røtt kós í so máta, aftur kann setast. Ein skriða er vantandi har onnur er lopin. Soleiðis er eisini her, nú maslinmeistaraskúlin er í ferð við at fara fyri bakka. Harmuligt er, at ítøkulig dømi eru um, at mæmingar innan hesa lærugrein eru við skerdan lut, orsaka av ruðuleika og havisjúku innan skúlans umsiting.
Hjalmar n. Poulsen,
Vestmanna hin 16.5.-2006










