Í nýggjastu útgávuni av Frøði er grein, har Dagbjartur Debes, sum er námslektari á Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlin) á Setrinum, hevur kannað eftirmetingarnar av fólkaskúlanum.
Ein av niðurstøðunum hjá Dagbjarti Debes er, at tað er lítið samsvar millum úrslitini frá landsroyndunum og tey úrslitini, sum næmingarnir koma til trý ár seinni, nevniliga PISA-úrslitini og úrslitini frá próvtøkunum í fráfaringarroyndum fólkaskúlans.
Síðani 2006 hava føroyskir fólkaskúlanæmingar tikið lut í PISA-undankanningini. Síðani 2008 hevur eisini verið skipað fyri landsroyndum fyri 4. og 6. flokkarnar kring landið.